Ein 81 ára gamal danskur útróðrarmaður læt lív, tá hann sunnudagin var úti við báti sínum og setti gørn. Vanlukkan fór fram út fyri Hals, har Limfjørðurin fer út í Kattegat.
- Tað var ein vitjandi á strondini, sum helt seg síggja eitt menniskja flóta úti á sjónum einar 200 metrar úr landi, sigur vaktleiðarin hjá Norðurjútsku løgregluni.
Tá málið varð kannað, vísti tað seg, at hin 81 ára gamli lá lívleysur í sjónum. Maðurin varð í skundi fluttur á sjúkrahúsið í Aalborg, samstundis sum sjúkrahjálparar royndu at fáa lív í hann aftur.
Men lívið hjá tí 81 ára gamla stóð ikki til at bjarga. Stutt eftir, at hann var komin á sjúkrahúsið, varð hann staðfestur deyður.
Løgreglan veit ikki, hví dagurin endaði soleiðis hjá manninum, men kanska fer líksýnið at geva eina ábending um hetta.










