800 kaga inn á gólvið um dagin

Heimasíðan hjá Klaksvíkar Róðrarfelag er plássið, har róðraráhugað hittast og fáa upplýsingar

 

UPPLÝSING


 <?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>


Samskifti og upplýsing. Tað eru tvey av lyklaorðunum nú á døgum. Ikki minst tá tað snýr seg um ítrótt, ítróttarfólk og ítróttarkappingar verður nógv gjørt burturúr. Bæði úti í heimi og eisini í Føroyum.


            Tað er synd at siga, at kappróðurin altíð hevur fingið so stóra rúmd. Burtursæð frá frásøgnunum í útvarpinum, sum hava verið á skránni, síðani Útvarp Føroya sá dagsins ljós í 1957, og sum hava verið væl umtóktar alla tíðina, so var í mong ár lítið gjørt burturúr.


            Nú er eitt sindur av vend komin í, og tað er ikki minst á internetinum, at kappróðrarprátið gongur fyri seg, og at kappróðrartíðindi eru at frætta.


 <o:p></o:p>


Nógv vitja


Eingin ivi er um, at heimasíðan hjá Klaksvíkar Róðrarfelag er tann, har mesta ferðslan er hjá kappróðrarfólki og kappróðraráhugaðum.


            ? Nú, meðan kappróðrarárið er í hæddini, verður heimasíðan nógv vitjað. Frá sunnudegi og til mikudag liggur talið á vitjandi um átta hundrað um dagin. So fellur tað eitt sindur fram ímóti vikuskiftinum, men sunnudagarnar er talið aftur høgt.


            Hetta sigur Kristian Eli Zachariasen. Hann er formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag, og tað eru hann og Fróði Waag, sum er kassameistari í felagnum og sum eisini rør við Klaksvíkinginum, sum standa fyri heimasíðuni, krf.fo.


            ? Mettalið av vitjandi var, tá kappingin var á Scilly oyggjunum. Tá dagførdu vit alla tíðina, og tá lá talið á vitjandi onkran dagin uppi á fimtan hundrað, greiðir Kristian Eli Zachariasen frá.


 <o:p></o:p>


Nógv tilfar


Nógvar heimasíður, sum hava við ítrótt og ítróttarfeløg at gera, síggja veruleikan út frá sínum sjónarhorni. Tað vil so vera. Heimasíðan hjá Klaksvíkar Róðrarfelag sær eisini veruleikan út frá støðuni hjá felagnum, men skrivingarlagið og tilfarið, sum eru á heimasíðuni bera boð um, at málbólkurin ikki bara eru tey, sum eru í og sum hava áhuga í Klaksvíkar Róðrarfelag.


            ? Vit royna at leggja okkum eftir ikki at vera so ógvuliga lokalir. Vit ynskja, at tað skal vera áhugavert hjá øllum kappróðraráhugaðum at koma inn á síðuna. Vit halda, at talið á teimum vitjandi boðar frá, at fólk sum heild eru nøgd við síðuna, staðfestir formaðurin í Klaksvíkar Róðrarfelag.


            Úr rúgvuni av tí, sum er at finna á krf.fo, er myndarøð av endaspurtunum og myndir av vinnarunum. Kristian Eli Zachariasen var í Vági leygardagin, og longu sunnudagin vóru myndir frá tí kappingini at síggja á heimasíðuni  Har eru úrslit og tíðir og støður í kappingunum, og so eru samrøður við rógvarar. Ikki bara úr Klaksvík, men eisini úr fleiri av hinum feløgunum.


            Á nógvum heimasíðum eru nógvar lýsingar. Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Róðrarfelag er búmerkið hjá høvuðsstuðlinum hjá felagnum. Tað er Norðoya Sparikassi. Har er okkurt annað búmerki, men har eru ikki nógvar lýsingar.


            Høvdu tit ikki havt møguleika at vunnið fitt at pengum burturúr síðuni, tá tað eru so mong, sum vitja tykkum?

            ? Vit hava ikki hugsað soleiðis. Higartil hevur hetta verið eitt frítíðarítriv hjá okkum, sum vit halda er spennandi og stuttligt. Fyrst og fremst tí vit hava stóran áhuga í kappróðri. Um tað fara at verða fleiri lýsingar á síðuni, veit eg ikki. Tað fer tíðin at vísa. Fyribils gleðast vit um, at undirtøkan hevur verið so góð, sum hon hevur verið higartil, sigur Kristian Eli Zachariasen, sum veit um fleiri útisetar, sum brúka heimasíðuna krf.fo at kunna seg um gongdina í kappróðrinum í Føroyum.