Professarin úr Oxford, John Lennox hevur vakt áhuga millum føroyingar, nú hann hevur havt trý kvøld á rað við almennum fyrilestrum kring landið.
Í kvøld mundu vera nærri 800 fólk í Betesda í Klaksvík, har John Lennox viðgjørdi spurningin “Gud í almenna rúminum”? Eisini varð høvið at seta spurningar til professaran, sum er ein kendur, avhildin og nógv umbiðin røðari og debatørur.
Salurin, loftið og øll hjárúmini vóru at kalla fullsett og bar væl til umvegis sjónvarpsskýggjar at síggja og hoyra John Lennox alla staðir í húsinum.
Hóast Lennox er farin um tey sjeyti, ferðast hann kortini kring allan heimin at halda fyrilestrar og er við í kjaki og áhugin fyri honum er stórur.
Orð og myndir: Dávur Winther.