Holland
Hollendski venjarin undir HM-endaspælinum í 1974, Rinus Michels, hevði tað nevnliga ikki frá ongum, tá hann tosaði um at innføra total-fótbólt.
Sum spælari miðskeiðis í seinastu øld hevði Michels í Ajax nevnliga Jack Reynolds sum venjara.
Reynolds hevði eina kanska djarva fatan av, at allir spælarar á liðnum skuldu vera framúr bóltspælarar. At ein bakkur skuldi duga at spæla vongur og eisini øvugt. Snøgt sagt, at tað bert skuldi vera málverjin, sum hevði eitt fast pláss á vøllinum, meðan allir hinir spælararnir skuldu skifta pláss. Ikki í einum óskipaðum ruðulleika, men tó í somikið stóran mun, at mótstøðan skuldi hava trupult við at fata, hvat tað var, sum í veruleikanum hendi. Total-fótbóltur.
Tað var tó ikki, fyrr enn fyrsta partin av 70unum, at spælistílurin av álvara varð kendur um alt Europa. Við Cruyff sum skipara vann Ajax trý ár á rað Europa Cupin fyri meistaralið, og allur heimurin græt við, tá hollendsku bóltsnillingarnir máttu boyggja seg fyri týsku vertunum í HM-finaluni í 1974. Ein støða, sum endurtók seg fýra ár seinni, tó at vertirnir og mótstøðumenninir í finaluni hesa ferð vóru úr Argentina.
Total-fótbólturin er kanska ikki so heilt bókstaviligur í dag, sum Reynolds í ástøðini hevði ment hann. Og fáa munnu rokna við, at Nistelrooy brádliga skal verða miðverji, meðan Heitinga fer fram í álopi. Men við støðugum pláss-skiftum og skjótum pasnings-spæli roynir Holland framvegis at seta sítt fingramerki á altjóða fótbótskortið. Og framvegis er skarðin av viðhaldsfólkum stórur og fjøltáttaður, tá Oranja fer á vøllin.