80 ára føðingardagur í Skótahøllini

Hósdagin 2. februar var opið hús í Skótahøllini við Havnará í samband við at Skótafylki Sigmunds Brestissonar fylti 80 ár tann dagin.

Tá vóru liðin 80 ár síðan teir fýra havnadreingirnir, Eskild Christiansen, Arne Ellingsgaard, Pauli Christiansen og Zacharias Poulsen, stovnaðu Skótalið Sigmunds Brestissonar tann 2. februar 1926.

Eini trý-fýra ár seinni keypti SSB síni fyrstu høli á Bakkahellu. Í hesum smáu húsunum høvdu skótarnir so skótaarbeiði sítt til í 1956, tá Skótahøllin við Havnará var liðug og gjørdist karmur um skótalívið í SSB.

Nógv fólk stukku inn á gólvið í Skótahøllini hósdagin, bæði núverandi og fyrrverandi skótar. Ein fyrrverandi skóti, Heðin Mortensen býráðsformaður, handaði SSB ein gávukekk upp á 25.000 krónur frá Tórshavnar býráð sum viðurkenning fyri tað arbeiði skótaliðið stendur fyri í høvuðsstaðnum.

Í dag eru umleið 130 skótar í fylkinum. Í nógv ár lá talið um 250, og tá talið var av tí mesta, høvdu meiri enn 300 úlvar, skótar og rovarar sína gongd í Skótahøllina.

Í samband við 80 ár stovningardagin var veitsla í samkomuhøllini í Hoydølum leygardagin 4. februar.