15. juni 1940 fór fyrsta havgangandi skip, sum var bygt í Føroyum, av bakkastokki hjá Tórshavnar Skipasmiðju, hetta var samstundis eisini fyrsta skip sum skipasmiðjan bygdi.
Tað var Sigurð R. F.Simonsen, skipari, ættaður úr Sandavági og búsitandi í Fuglafirði, sum lat skipið byggja. Jógvan í Skálum í Vestmanna teknaði skipið, sum var bygt á Tórshavnar Skipasmiðju hjá Kjartani Mohr.
##med2##
Vón FD 442, Fuglafirði
Bygdur 1940 á Tórshavnar Skipasmiðju
Stødd: 99 BRT.
Vón fór fyrsta túr 24. juni 1940 á sildafiskiskap við Ísland. Á veg til Íslands legði Sigurð inn á Sandavág at sýna bygdarmonnum sínum hetta stolta far fram.
Vón sakk eftir eldsbruna 15.september 1962.
Páll Árni Joensen í Havn eigur myndina