Orkestrið hevði skipað fyri einari lítlari konsert, og hevði boðið foreldrum, makum, gomlum spælarum og øðrum at koma at lurtað. Konsertin var av tí lætta slagnum og var hon kryddað við úrvaldum brotum úr gerðabókunum felagsins ígjøgnum 80 ár. Aftaná konsertina bjóðaði orkestri ein bita, og kundu fólk tá nýta høvi til at fáa sær eitt prát um gamlar og yngri dagar.
Tað er bornholmarin Georg Caspar Hansen, sum hevur lagt navn til GHM. Hann kom til Føroya seinast í 19. øld at starvast í Havn, sum bakari. Hann var óførur tónleikari, og William Heinesen skal hava sagt um hann, at um hann bara hevði havt nóg nógvar munnar og armar, so hevði hann einsamallur kunna spælt uppá eitt heilt súmfoniorkestur. Georg Hansen ? ella Bakar Hansen, sum hann vanliga varð nevndur ? lærdi nógv fólk at spæla uppá ymisk ljóðføri, og hann stjórnaði bæði kórum og smáðum orkestrum. Í 1922 stovnaðu gamlir tónleikanæmingar hjá Bakar Hansen eitt orkestur, og í takklæti til lærara sín nevndu teir orkestrið Georg Hansens Minde, stytt GHM.
Síðani orkestrið varð stovnað hevur tað húsast ymsa staðni í býnum. Eina tíð helt orkestrið til í gamla kommunuskúla í Havn, sum nú er býráðshús. Seinni flutti orkestrið niðan í "barakkina" í Kongagøtu. Í barakkini eru tvær skúlastovur, og har húsaðust tá teir yngstu flokkarnir. Umstøðurnar hjá vaksnum fólkið vóru tí ikki tær bestu. Fyrst og fremst tí at stólarnir, sum spælararnir høvdu at sita á, vóru ætlaðir børnum í 1. flokki.
Í 1970-árunum upplivdi orkestrið eina rættiliga kollvelting. Henda kollvelting var fyrst og fremst onglendinginum Hugh Watkins fyri at takkað. Watkins, sum fólk nevndu hann, var ein tónleikaligur túsundkunstnari, sum orðini hjá William Heinsen um Bakar Hansen høvdu passa væl uppá. Watkins var ein eldsál, sum kveikti hug til tónleik hjá nógvum børnum og ungdómum. Nógvir av næmingunum hjá Watkins fóru at spæla í GHM. Hetta var ein kollvelting fyri orkestrið, bæði tí at miðalaldurin á spælarunum lækkaði munandi, men ikki minst var tað ein kollvelting at fleiri konufólk nú komu at spæla við. Síðani tá hevur GHM verið eyðkent av stórari aldursspjaðing og jøvnum kynsbýti.
Í 1993 hendi enn ein kollvelting í søgu orkestursins. Tá fekk orkestrið nýggj og skræddaraseymað hølir at fara í. Hølini, sum eru á loftinum á musikkskúlanum á Frúutrøð, vóru sett í stand við sjálvbodnum arbeiði summari 1993. Orkestrið hevur nú tær bestu umstøður tey kunnu ynskja sær, siga tey.
Orkestrið hevur vanliga nógv á skránni. Fyri tað nógva er talan um afturvendandi tiltøk. Eitt av hesum er ein lítil konsert í sambandi við árligu kvøldskúlaframsýningina á Eysturskúlanum, sum í ár verður 22. mars. Eitt annað afturvendandi tiltak er árliga Musikkstevnan. Í ár skal GHM vera vertur fyri Musikkstevnuni, sum verður í Norðurlandahúsinum 26. og 27 apríl. So hóast aldurin er høgur, tykist ellin ikki bilað hjá Harmoniorkestrinum GHM.










