Hósdagin kundu tvey av starvsfólkunum á Tjaldurs Apotekinum halda til samans 80 ára starvsdag. Tað eru tær báðar, Lula Dahl og Marin Andreasen, sum saman hava starvast á apotekinum í 40 ár.
Tær báðar, sum báðar eru havnardamur, byrjaðu í síni tíð niðri á gamla Apotekinum, sum í dag mest verður nýtt til politiskt fundarvirksemi. Hetta var tá Dávur Magnussen var apotekari.
Báðar eru tær framvegis búsitandi í høvuðsstaðnum, og er Lula gift við Jákupi Dahl, meðan Marin er gift Andrass Andreasen.
Tó at nógv vatn er runnið í ánna síðani fyrsta starvsdagin, so standa tær báðar framvegis við kassan í sama lag, og man tað vera lítið at ivast í, at flestu havnarborgarar gjøgnum ár og dag munnu hava keypt eitt hvørt frá teimum.
40 ár á sama arbeiðsplássi benda á eitt gott arbeiðsumhvørvi, og í so máta er einki at ivast í, at starvsfólkini á Tjaldurs Apoteki stórtrívast. Kemur einki tvørt fyri, so verða tað nevnliga einar tríggjar ella fýra av starvsfeløgunum hjá hesum báðum, sum um fýra ár eisini runda tey fýrati árini.
Til at heiðra Lulu og Marini skipaði starvsplássið fyri einum góðum morgunmati hósdagin, og sama dag skuldi talan so eisini verða um seinnapartskaffi, so alt í alt mundi talan her verða um ein av teimum heilt góðu døgunum.