80-ini rokka framvegis

- Vit kunnu ikki rýma undan fýrsunum meira enn onnur kunnu rýma undan sær sjálvum. Vit fara altíð at spæla sangirnar frá fýrsunum. Tað er tað, fólkið vil hava, og tað vilja vit eisini spæla, sigur Joey Tempest, sangari í Europe

TÓNLEIKUR

 
Menninir eru vorðnir nakað eldri, og hárið er munandi styttri. Teir eru framvegis rokkarar, men ímyndin av fýrsunum, longum hárum og melidiøsum rokki fær eitt skot fyri bógvin. Tónleikurin er enn hin sami, men umstøðurnar broytast. Yvirav okkum sita tríggir væl vandir rokktónleikarar. Og aftanfyri sita børn teirra. Jú, rokkararnir eru á familjuferð.
Við forsangaranum í miðjuni, og ávíkavíst ljómborðsmanninum og bassinum hvørju megin við, hoyra vit sum vant tey vanligu orðini um, hvussu gott tað er at vera í Føroyum.
- Vit fáa øgiliga oftani fyrispurningar um at spæla ymsastaðni. Tá vit vórðu spurdir um at koma til Føroya, so ivaðust vit í roynd og veru als ikki. Hetta er ikki eitt stað, har tú vanliga ferðast Tað er eisini tí, at vit hava tikið okkara børn við., sigur bassleikarin John Levén.  
Europe hava seinast árið spælt fleiri enn hundrað konsertir kring allan heim. Og Føroyar eru minsta landið, teir hava vitjað.
 
<B STRONG við< normal"$?$end$!$Fýrsini>
Prátið fer øgiliga skjótt at snúgva seg um tey góðu áttatiárini ella fýrsini, sum tey vórðu rópt í føroyska tónleikaheiminum. Europe byrjaðu av álvara at spæla í 1982. Stórheitstíðin hjá bólkinum var kring útgávuna The Final Countdown, ið kom út í 1986. Stakfløgan The Final Countdown er óivað tann sangurin, ið flest øll kenna best. Tað er somuleiðis eisini a hesari útgávuni, at sangurin Carrie og Rock the night eru at finna. Carrie var mest seljandi og best umtókti sangurin hjá Europe í USA, men kring allan heim er The Final Countdown sangurin, sum verður settur í samband við Europe. The Final Countdown lá ovast á tónatindunum í 26 ymsum londum.
- Vit gjørdu sangin til okkara áhoyrarar, og vit kendu fyrstu ferð, vit spældu hann fyri fólki, at hetta vildu fólk hoyra, sigur Joey Tempest.
Tá stúgvandi fult av fólki verður á sandinum í Gøtu leygarkvøldið, so er tað einki at ivast, at tað eru fýrsini og rokkurin, fólk eru komin eftir.
Og tað kemur á ongan hátt óvart á manningina í Europe, og teir spæla eisini fegnir tónleikin frá áttatiárunum.
- Vit kunnu ikki rýma undan fýrsunum meira enn onnur kunnu rýma undan sær sjálvum. Vit fara altíð at spæla sangirnar frá fýrsunum. Tað er tað, fólkið vil hava, og tað vilja vit eisini spæla, sigur Joey Tempest, sangari í Europe
<B STRONG normal"$?$end$!$ <>
<B STRONG back< is core normal"$?$end$!$The>
Tónleikurin hjá Europe er melidiøsur rokkur við stórum denti á gittarspæli. Teir hava gjørt allan tónleikin sjálvir. Eins og tíðin hevur broytt seg, so hava bæði manningin og tónleikurin broytt seg eitt sindur. Teir siga seg ásanna, at tú lítið kanst gera við, at rákið innan tónleik broytist. Men teir halda sjálvir, at tað hevur eydnast teimum at fáu nýggjar og yngri áhoyrarar.
Manningin í Europe er broytt eitt sindur síðani 1982, men kjarnin í bólkinum er tann sama framvegis.
- Kjarnin og sparkið í bólkinum er komið aftur, ljóðar tað frá bassleikaranum.
Í 1992 fóru limirnir hvør til sítt, men savnaðust aftur eftir aldaskiftið, og bólkurin hevur givið eina savnsfløgu og eina nýggju fløgu út. Teir muta øgiligt ímóti, tá tíðindafólkini spyrja um, hví teir góvust og um maktkampa innanhýsis í bólkinum.
- Vit eru ongantíð givnir at spæla sum Europe. Vit hava hildið ein steðg, men eru ongantíð givnir. Hugurin hevur allatíðina verið til staðar. Vit elska at spæla Europe tónleik, og tað ætla vit at gera í framtíðini eisini, sigur Joey Tempest.
Og spæligleðin hevur ikki broytt seg.
- Vit eru ein rættiligur bólkur. Hetta er ikki sum aðrir bólkar, har tónleikurin verður gjørdur av ymsum framleiðarum. Vit byrjaðu við Deep Purple tónleiki, og vit hava altíð lagt okkum eftir at spæla konsertir og hava framførslur fyri fólki. Tað skal vera live, sigur John Levén.
Bólkurin varð av nógvum uppfataður sum ein poppbólkur, tá teir byrjaðu at selja við Final Countdown. Men teir vilja ikki verða kallaðir fyri annað enn ein rokkbólkur.
<B STRONG normal"$?$end$!$ <>
<B STRONG Føroyar< til einki normal"$?$end$!$Kenna>
Hetta er fyrstu ferð, at limirnir í Europe vitja í Føroym. Teir kenna at kalla einki til okkara lítla land - og einki til føroyskan tónleik heldur. Hesar seinastu dagarnar hava teir ferðast eitt sindur runt í Føroyum, og teimum hevur dámað ógvuliga væl.
Mic Michaeli er tann, sum kennir mest til Føroya. Hann gjørdi á ungum aldri eina uppgávu um Føroyar, og hann hevur líka síðani ynskt sær at koma til landið. Hann hevur eisini lurtað eftir Teiti Lassen.
-        Hann ferðast langt út við sínum tónleiki. Tú kennir hansara tónleika á ein heilt serliga hátt, sigur Mic Michaeli.
Tað verður ikki tónleikurin hjá Teiti, ið verður spældur á G!. Teir vilja einki lova um sangirnar leygarkvøldið. Men tað skuldi verið løgið, um teir hava gloymt at telja niður.