80 deyð av bilbumbum í Bagdad

Tríggjar haðrar bumbuspreingingar vóru í miðbýnum í Bagdad í morgun, og sambært løgregluni hava minst 80 fólk latið lív, og 128 eru særd. Løgreglan sigur, at tað var stutt ímillum spreingingarnar. Eygleiðarar halda, at bumburnar kunnu hava samband við valið, sum ætlandi verður í februar, tí víðgongdar kreftir hava hótt við at órógva valið.

Tað hevur annars verið rættiliga friðarligt í Irak tann seinasta mánaðin, men sunnimuslimskir felagsskapir og stuðlar hjá tí ólógliga Baath-flokkinum eru ein støðug hóttan ímóti friðinum, skrivar Reuters úr Bagdad.