80 ára gamlar rokningar lagt skip

 

Við nøkrum ógoldnum rokningum frá 1930-árunum sum grundgeving hava kinesisku myndugleikarnir lagt hald á eitt japanskt farmaskip.

 

Myndugleikarnir í Shanghai siga, at skipið verður hildið aftur, tí at reiðaríið,Mitsui O.S.K.,skyldar nakrar rokningar frá 1930-árunum, tá Japan hersetti stórar partar av Kina. 

 

Talsmaðurin hjá japonsku stjórnini, Yoshihide Suga, sigur við fjølmiðlarnar, at Kina slepti øllum krøvum um krígsskaðaendurgjald, tá londini skrivaðu undir ein sokallaðan normaliseringssáttmála í 1972. Kinesiska svarið er, at talan er um eitt sivilt mál, sum einki hevur við krígsskaðaendurgjald at gera.  

 

Í Japan halda summir fjølmiðlar, at hendingin hevur samband við, at amerikanski forsetin, Barack Obama, skal vitja Asia hesa vikuna. Obama kom til Tokyo í dag, og sambært fjølmiðlunum hevur Kina lagt hald á skipið fyri at vísa, at landið hevur ongar ætlanir um at linka trýstið á Japan.