80.000 áskoðarar við OL-leikvøllin í 2012

Olympiski leikvøllurin, sum skal verða klárur til leikirnar í London, í 2012 kemur at kosta slakar 5,5 miljardir danskar kr

Tað heilt serliga við leikvøllinum verður, at har verða 25.000 fastir stólar, meðan tað verða 55.000 stólar, sum kunnu avmonterast og pámonterast eftir tørvi. 80.000 áskoðarapláss verða undir OL-leikunum, men aftaná leikirnar verða møguleikar fyri, at smærri ítróttartiltøk kunnu fáa innivist á OL-leikvøllinum. Tá er ætlanin at halda fasta kapasitetin uppá 25.000. Men verða stór tiltøk aftur á skránni, verða hinir 55.000 stólarnir pámonteraðir. Formaðurin fyri fyrireikingarnevndini fyri OL í London; gamli rennarin Sebastian Coe sigur: ”at talan verður um ein nýggjan leikvøll, til eina nýggja tíð!”