80.000 sóu Ronaldo í Madrid

Heili 80.000 garvillir áskoðarar vóru á Bernabeu, tá Cristiano Ronaldo í gjár læt seg í hvíta búnan hjá Real Madrid. Ronaldo var bara á vøllinum í hálvan tíma, men fagnaðurin mundi ongan enda tikið, tá hann fyrst jongleraði eitt sindur við bóltinum, áðrenn hann tók mikrofonina: - Hetta hevur verið mín dreymur, síðani eg var ein lítil drongur, segði Ronaldo við áskoðararnir.