Nú føroyska listaframsýningin "Moderne Kunst Der Färöer Inseln" á Leopold Museum í Wien er endað, lata fyriskipararnir í Eysturríki væl at.
Fleiri enn 80.000 fólk hava vitja framsýningina, síðani hon lat upp í mein mánaða, og fleiri hundrað katalog umframt aðrar føroyskar listabøkur, plakátir og postkort vórðu seld.
Eisini hava eysturríkskir og altjóða miðlar gjørt rættiliga nógv burtur úr framsýningini og givið henni sera góð ummæli.
Við á framsýningini vóru 34 føroysk listafólk við 86 listaverkum.
Tað var Listasavn Føroya sum skipaði fyri listaframsýningini saman við Leopold Museum.
Listfrøðingurin Dr. Michael Fuhr, kurateraði framsýningina og skrivaði saman við listfrøðinginum Dagmar Warming, MA, eitt stórt katalog á týskum og enskum um føroyska list.