8 ára gamli Áki syngur Vanja

Fyri stuttum legði nýggi dreingjabólkurin All-In videolagið til sína versión av sanginum "Vanja" út á Youtube. Nógv fólk hava síðani hugt eftir videolagnum, men nú sær tað út til at teir fýra í All-In fáa kapping frá átta ára gamla Áka Samuelsen út Havn.

 

Ein dagin fór Áki niðan á kamarið hjá sær, setti sín IPad til at gera upptøku, og hann stillaði seg so at syngja sangin "Vanja", sum Jákup Eli Joensen upprunaliga eigur. Upptøkuna legði hann síðani sjálvur út á Youtube.

 

Tá mammubeiggjarnir hjá Áka funnu upptøkuna av unga entertainaranum liggja á Youtube, hildu teir tað vera so mikið fitt, at teir løgdu upptøkuna á Facebook.

 

Niðanfyri sæst videobrotið har Áki syngur "Vanja" inni á sínum kamari.