8. mars: Kvinnufylkingin í Havn

Kvinnufylkingin, sum var serliga virkin síðst í 70’unum, var ein av teimum meira framfúsni bólkunum innan føroysku kvinnurørsluna.

Kvinnufylkingin, sum var serliga virkin síðst í 70’unum, var ein av teimum meira framfúsni bólkunum innan føroysku kvinnurørsluna. Tær bardust millum annað fyri at fáa hítir til keyps í vanligum handlum og betri føðiumstøðum.

 

1978 vakti Kvinnufylkingin ans, tá mótmælt var móti ferðsluviðurskiftunum í Havn. Bilferðslan í miðbýnum varð steðgað av gongufólki, barnavognum og súkklum júst meðan ferðslan var hin mesta, og politiið mátti eina løtu leggja uppí. Endamálið var at verja tey veiku í ferðsluni, sum ofta vóru kvinnur og børn.

 

Bergtóru Hanusardóttir var millum kvinnurnar ið stovnaði Kvinnufylkingina, sum hevði røtur í reyðsokkarørsluni. Í Vikuskiftis-Sosialinum greiðir hon meira frá virkinum hjá bólkinum.

 

Vikuskiftis-Sosialurin fæst til keyps í sølubúðum kring landið. Eisini ber til at keypa og lesa blaðið talgilt her.