Fjórða árið á rað skipar ein bólkur av vestmannakonum fyri 8.mars-haldi Hini árini hevur undirtøkan verið sera góð, umleið 200 gestir úr øllum ættum, og heilt nógv hava longu boðað frá luttøku. Vestmanna hevur verið kend sum ein bygd, har konur hava gingið undan í verki, og tí halda tær, at tað er ein sjálvfylgja, at kvinnudagurin verður hátíðarhildin í bygdini.
Skráin hetta kvøldið er rættiliga fjølbroytt:
Katrin Petersen: skal røða, so fjøllini syngja
Eyð Matras: skal gera okkum væl tilpass,
kitla láturvøddar og arga heilakyknur
Kirstin: skal fylla okkum við klingandi, klárum,
lokkandi tónum
Væluppløgdu fyrireikararnir bjóða vælkomin.
Umframt hetta verður høvi at fáa sær ein kaffimunn ella annan leskandi løg umframt mat - og ikki minst at práta og hugna okkum saman.
Haldið verður mánakvøldið 8. mars kl. 20.00 á Bryggjuni, og allir vestmenningar og onnur áhugað eru vælkomin.
Haldið er fyri øll yvir 18 ár.