8 lið eftir í Champions League

Týskvøldið og mikukvøldið vórðu seinnu 1/8 finalurnar spældar í Champions League fótbóltskappingini. Onkur óvæntað úrslit vóru, og millum liðini, sum ruku úr kappingin, vóru vinnararnir frá seinasta kappingarárið  Liverpool.
Átta lið verða nú eftir í kappingini, tá ið Ajax og Inter hava spælt sín seinna dyst í næstu viku. Liðini eru Lyon, Arsenal, AC Milan, Benfica, Juventus, Villareal, FC Barcelona og Ajax/Inter.
Fríggjadagin verður lutakast um, hvussu spælt verður í fjórðingsfinalunum og í hálvfinalunum. Finalan í kappingini verður í Paris tann 17. mai.