Sjálv gjørt er væl gjørt, tí tey 8 bilverkstøðini, sum eru meldað fyri brot á arbeiðaraverndarlógina, hava havt møguleika at kæra um tær treytir, sum Arbeiðseftirlitið hevur sett teimum.
Arbeiðseftirlitið hevur verið á vitjan úti um landið á øllum teim hálvt hundrað bilverkstøðunum, ið eru, undantikið á sokallaðu kjallaraverkstøðunum. Orsøkin til ørindini er at kanna, hvussu umstøðurnar eru á verkstøðunum, stendur í nýggjasta eintakinum av blaðnum hjá Arbeiðseftirlitinum "Trygd og trivni", sum kom út ígjár. At hjálpa sær hevði Arbeiðseftirlitið ein kekklista, sum varð nýttur sum leiðbeining hjá eftirlitsfólkunum, soleiðis at tryggjað varð, at eftirlitið varð eins á øllum teimum ymisku verkstøðunum.
Eftir vitjanina fingu virkini frágreiðing, har kannaðu viðurskiftini vórðu umrødd. Boð vórðu givin teimum, ið ikki høvdu øll viðurskifti í lagi um at rætta tey, áðrenn eina ávísa freist, sum varð ásett í samráð við eigaran á verkstaðnum.
Flestu verkstøðini fóru undir at gera ábøtur beinanvegin, onnur seinni, men lovaðu at fáa alt í rætt lag, men átta verkstøð høvdu einki gjørt, tá ið Arbeiðseftirlitið kom á eftirlitsvitjan, og tey hava ikki gjørt vart við seg á nakran hátt.
Tískil er hesi átta verkstøðini meldað til fútan við áheitan um, at hann reisir ákæru ímóti verkstøðunum fyri brot á arbeiðaraverndarlógina. Umframt at gera neyðugu ábøturnar, sum arbeiðseftirlitið hevur kravt av teimum, skulu tey nú eisini rinda eina bót fyri ikki at hava gjørt sum tey eru biðin.
Sum skilst á Arbeiðseftirlitinum er ymiskt, hvat mekanikararnir á verkstøðunum, sum hava fingið vitjan av Arbeiðseftirlitinum, hava greitt frá um umstøðurnar. Samanumtikið letur til, at arbeiðsfólkið á bilverkstøðunum ikki torir at gera vart við, hvørjar ábøtur eru neyðugar. Meðan arbeiðsgevarin hevur verið hjástaddur hava arbeiðararnir verið fámæltir, men tá ið arbeiðsgevarin ikki hevur verið hjástaddur, hevur arbeiðarin greitt Arbeiðseftirlitinum frá nógvum viðurskiftum, ið kunnu sýnast vandamikil at arbeiða undir. Umberingarnar hjá arbeiðsgevaranum hinvegin fyri ikki at fáa viðurskiftini í rætt lag hava verið nógvar, og onkur hevur sagt seg hava mist lærlingar orsakað av krøvunum frá Arbeiðseftirlitinum, verður sagt í blaðnum hjá Trygd og trivnað.











