Kappingin, sum 8.a. tekur lut í, eitur KappAbel, og er hon gjørd fyri at økja um áhugan fyri støddfrøði millum skúlanæmingar.
Hava staðið seg væl
Fyri at koma so langt, sum tey nú eru komin, hava næmingarnir í 8.a. á Venjingarskúlanum havt tvær stórar rokniuppgávur, sum tey loystu í ávíkavíst november mánað í fjør, og so í farna mánað. Uppgávurnar vóru loystar í bólkum, og so skuldu bólkarnir í felag koma ásamt um, hvussu endaligu loysnirnar skuldu verða.
Møguleiki var at fáa upp til 40 stig , og í fyrru uppgávuni fekk 8.a. fult stigatal, og í seinna førinum fingu tey 38 stig, so ikki kann sigast annað, enn at tað hevur gingið væl.
Á Venjingarskúlanum duga tey ikki at siga, hvussu nógvir føroyskir skúlaflokkar hava verið í kappingini, men nú er so gjørt av, at tað verður 8.a., sum síðst í apríl mánaða verða við í donsku hálvfinaluni í Lyngby. Tá fara fýra næmingar úr 8.a. til Danmarkar at umboða flokkin og leggja verkætlanina fram fyri dómarunum.
Góður flokkur
Lærarin hjá 8.a., Ann Mari Jensen, sigur, at talan er um ein stak góðan flokk, har næmingarnir eru javnt góðir.
Tey duga væl, og tey hava arbeitt stak væl í sambandi við hesa kappingina. Vit hava roynt at býtt bólkarnar soleiðis, at tað hava verið ein blanding av góðum roknarum, skapandi fólkum og øðrum í øllum bólkum, sigur Ann Mari Jensen.
At 8.a. er ein dugnaligur flokkur er einki at taka seg aftur í, tí fýra næmingar úr flokkinum hava nýliga verið Lego League í Noregi.
Tey fara í næstum undir at gera verkætlanina til hálvfinaluna. Verkætlanin skal snúgva seg um støddfrøði og samskifti, og Ann Mari Jensen dylur ikki fyri, at tað er ein ordans avbjóðing, ið nú stendur fyri framman.
Um tað skuldi enda við, at 8.a. vann donsku kappingina, stendur stóra norðurlendska finalan fyri stavn. Hon verður í Trondheim í Noreg, og um so er, verða tað tá fýra aðrir næmingar úr 8.a., ið tá fer at umboða flokkin.