8.966 akfør skiftu eigara í fjør

Umframt tey 2.921 nýggju akførini, sum vórðu innflutt til Føroya í fjør, so vóru fleiri túsund onnur akfør, sum skiftu eigara

 

Tað vísa hagtølini hjá Akstovuni, sum hevur gjørt upp fyri árið 2020.

Uppgerðin vísir, at slakasti mánaður, hvat eigaraskifti viðvíkur, var apríl, tá landið varð afturlatið av koronufarsóttini. Tá vóru tað bara 254 akfør, sum skiftu hendur.

Besti mánaðin var mai, tá 1.173 akfør skiftu eigara.

Listin niðanfyri vísir, hvussu nógv eigaraskiftið eru skrásett á Akstovuni hvønn mánað í árinum sum fór:

Januar: 748

Februar: 632

Mars: 693

Apríl: 254

Mai: 1173

Juni: 730

Juli: 844

August: 829

September: 954

Oktober: 464

November: 1006

Desember: 639

Tilsamans: 8.966