Sp/f Ítróttarvedding hevði aðalfund hósdagin, og aftur í ár vórðu stórar peningarupphæddir útlutaðar til føroyskt ungdómsarbeiði
Talan er um føroyska partin av veddingarpengum frá donsku Tipstænastuni. Upphæddin verður ásett eftir, hvussu nógv føroyingar spæla fyri í Danmark, og er tí ikki tengd at, hvussu nógv danska Tipstænastan umsetur fyri sum heild. Tað vil siga, at meira føroyingar spæla fyri, meira verður í okkara part, tá útlutanin fer fram. Og afturat tí skulu so leggjast teir vinningar í bæði tips, lotto og øðrum spølum, sum finna leiðina til Føroya.
Sambært lógarsamtykt, so verður føroyski parturin av ítróttarveddingini útlutaður í tríggjar partar, sum allir hava til endamáls at stuðla føroyskum ungdóms- og ítróttarbeiði.
Í ár var parturin hjá ÍSF 4.920 tkr. Føroya Ungdómsráð fekk 1.640 tkr., og tað sama var parturin til Mentamálaráðið, sum hevur serstakan stuðulsgrunn til børn og ung.
Stjóri í Sp/f Ítróttarvedding er Petur Elias Petersen, varaforseti í ÍSF. Nevndin í felagnum telur sjey limir. Fýra úr ÍSF, tveir úr Føroya Ungdómsráð og seinsta limin verður landsstýrismaðurin í mentamálum.