Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur borið ríkislógartilmæli í løgtingið, har tað verður staðfest, at ríkisveitingin úr danska ríkiskassanum til føroyska heimastýrið hækkar 8,1 milliónir krónur í ár.
Í viðmerkingunum til ríkislógartilmælið skrivar Jørgen Niclasen soleiðis:
- Við hesum uppskot verður mælt til, at danska heildarveitingin til Føroyar verður prístalsviðgjørd í 2013. Hetta hevur við sær, at veitingin hækkar við 8,1 milliónum krónum, upp í 632,2 milliónr.
Uppskotið til ríkislógartilmæli er undirskrivað 14. januar og varð lagt fram í løgtinginum í dag.