78 fólk í Grønlandi hava HIV-smittu

Í 2019 hevði Grønland heili átta nýggjar HIV-tilburðir, og hetta ger, at landslæknin nú stúrir fyri einari umfarssótt í landinum.

 

 

Ilulissat, Aasiaat og Sisimiut teljast millum teir býir í Grønlandi, har heili átta nýggir HIV-tilburðir vórðu staðfestir í 2019. Landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, stúrir fyri, at talan kann gerast um eina HIV-umfarssótt, tí Heilsuverkið í Grønlandi veit um nógvar aðrar kynssjúkur í landinum, har fólk vera smittað við kynsligari samveru.

- Ábendingin er, at vit síggja fleiri ungar gentur, sum vera smittaðar við HIV. Hin yngsti smittaði í 2019 var 24 ár, og hin elsti var 70. Í nýggjastu tølunum fyri 2019 eru ungar gentur í 20-árunum. Árini 2010 til 2019 var miðalaldurin á HIV-smittaðum í Grønlandi 40,4 ár, men í nýggjastu tølunum er miðalaldurin 36,4 ár.

- Hetta er ein álvarsom støða, tí Grønland hevur havt lutfalsliga stóra smittuútbreiðslu við HIV í fleiri ár. Sjálvt um tað kanska ikki ljóðar so nógv, at átta fólk eru vorðin smittað í 2019, so liggur smittutalið støðugt á hesum støði. Hetta er faktiskt eitt stórt tal í einum so fólkafátækum landi, sigur Henrik L. Hansen.

Síðan 1985 hava 201 fólk í Grønlandi fingið staðfest HIV-smittu. Ein stórur partur av teimum eru deyð, og nøkur eru farin av landinum. Í løtuni eru umleið 78 fólk HIV-smittað í Grønlandi.

Men, hvussu stórur eru so vandin fyri einari umfarssótt í Grønlandi? spyr Sermitsiaq, sum umrøður evnið í blaðnum.

- Tað er nakað, vit hava umrøtt, síðan HIV fyrstu ferð varð staðfest í Grønlandi. Eg meini, at vandi er á ferð, tí í Grønlandi hava vit eisini eitt rættiliga stórt tal av øðrum kynssjúkum. Vit hava eitt nú sæð stóran vøkstur í tilburðum við syfilis seinnu árini, og hetta er ein kynssjúka, sum annars var horvin.

Landslæknin, Henrik L. Hansen, leggur aftrat, at í 2019 hevði Grønland 118 fráboðaðar tilburðir við syfilis. Talan var um 47 menn og 68 kvinnur, harav onkur hevði tveir tilburðir av kynssjúkuni í sama ári.