78 bilar í september

SKRÁSETING Fíggjarliga kreppan hevur ikki tikið hugin hjá fólki at keypa sær ein nýggjan persónbil. Tað víst nýggjastu tølini frá Akstovuni.

78 persónbilar.

Hetta var talið av bilum, sum føroysku bilasølurnar seldu í farna mánaði.

Í mun til sama mánað í fjør er hetta ein vøkstur uppá tríggjar bilar, sum aftur svarar til sløk 29 prosent.

Um hugt verður eftir samlaða talinum fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár, er eisini ein týðiligur munur á:

Í fjør vórðu bert seldir 491 bilar, meðan talið í ár er komið heilt uppá 633 persónbilar - altso 142 fleiri.


113

Ein annar bólkur av akførum sum stórur vøkstur er í, eru viðfestisvognarnir. Bara í september mánaði vóru 13 slíkir seldir, sum eru sjey fleiri enn í fjør. Hetta svarar aftur til eina øking uppá sløk 27 prosent.

Higartil í ár eru 17 fleiri viðfestivognar seldir enn í fjør: 80 í ár, ímóti 63 í fjør.

Prosentvís er talið av seldum motorsúkklum eisini á sama støði, hóast talið av akførum er minni. Í farna mánaði vóru 5 súkklur seldar, ímóti 1 í fjør. Hinvegin er talið av seldum prutlum minkað úr 10 niður í 6 í september.

Í alt vóru 113 akfør seld í september, ímóti 104 í fjør. Hetta er ein vøkstur uppá 12 prosent.



Eingin pylsuvognur

Hagtølini frá Akstovuni vísa, at í ár er eingin nýggjur pylsuvognur seldur.

Samstundis kann staðfestast, at í farna mánaði varð heldur eingin brandbilur, eingin kampingvognur, leguvognur, líkvognur, neyðsendakfar, smábussar, tangabilar, sópimaskina og heldur traktorur seldur.

Í roynd og veru er eingin nýggjur brandbilur og eingin nýggj sópimaskina seld í ár.




BILSØLA

Fleiri nýggir bilar vórðu seldir í farna mánaði, enn um somu tíð í fjør