Talan var um met, tá Bragdið skipaði fyri Flaggdagsrenning fríggjadagin.
Ikki færri enn 774 luttakarar høvdu boðað frá luttøku, og av hesum runnu ella gingu tey 591 allan tein.
Góða veðrið hevði helst sítt at siga, men ikki minst fegnaðust fyrireikararnir um, at fleiri stór virki høvdu eggjað sínum starvsfólkum til at taka lut í kappingini. Soleiðis vóru ikki færr enn 71 lið við í kappingini.
Fremstu rennararnir í kappingini vóru annars Guttormur Sørensen hjá monnum og Bjørk Herup Olsen hjá kvinnum.