Amerikonsku myndugleikarnir hava fingið ein trupulleika. Teir hava handtikið ein 77 ára gamlan kubana, tí hann er komin ólógliga til USA, men trupulleikin við manninum er, at hann er undir illgruna fyri at hava lagt eina atsókn at einum kubanskum ferðamannaflogfari til rættis í 1976. Tað kubanska flogfarið bleiv sprongt í luftina, meðan tað stóð í floghavnini í Barbados, og 77 fólk lótu lív.
Luis Posada Carilles er venesuelskur ríkisborgari, og myndugleikarnir har hava kravt at fáa hann útflýggjaðan, so hann kann koma fyri rættin í sambandi við atsóknina at kubanska flogfarinum. Politiskir eygleiðarar í Washington siga, at málið er sera óheppið fyri stjórnina hjá George W. Bush, forseta. Forsetin hevur lagt stóran dent á at hjálpa fólki, sum flýggja undan stýrinum hjá Fidel Castro í Kuba, men samstundis hevur hann gjørt bardagan ímóti yvirgangi til sítt fremsta stríðsmál. Tí kemur stjórnin í eina tvístøðu í hesum málinum, skrivar Reuter.
Forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, hevur gjørt greitt, at USA hevur einki i at velja í hesum máli.
- Heimurin fylgir við, hvat USA nú ger, segði hann fyrradagin.










