7,7 milliónir krónur í halli

Fleiri miðalstórar skaðahendingar og príslækkingar førdu við sær eitt hall á 7,7 milliónir krónur.

Góða gongdin hjá Tryggingarfelagnum Føroyar er bremsað. Eftir fleiri ár við lutfalsliga stórum avlopi, hevur Tryggingarfelagið Føroyar fyrra hálvár í ár eitt hall upp á 7,7 milliónir krónur.

 

Tryggingarfelagið vísir á, at tað í fjør lækkaði tryggingargjøldini við upp til 20 prosentum. Samstundis hevur felagið fyrra hálvár havt fleiri miðalstórar skaðar og hesar útreiðslurnar eru størri enn fyri sama tíðarskeið í fjør.

 

Felagið skrivar í tíðindaskrivinum at hóast ilt er at meta um gongdina í tryggingarvirkseminum, so væntar leiðslan, at úrslitið við ársenda verður positivt.