77 fluttu til Vestmanna

Hetta seinasta árið eru 77 fólk flutt til bygdina, umframt tey 11 børnini ið eru fødd sama tíðarskeiðið.

Samstundis við hetta fluttu 63 fólk úr bygdini, meðan 10 bygdarfólk doyðu. Samanlagt gevur hetta kortini ein vøkstur uppá 15 fólk í 2011.

- Vit fegnast sjálvandi um vøksturin í okkara kommunu, tí fólkatalið minkaði bæði í grannabygdunum og kring landið, verður sagt úr Vestmanna.

Í Vestmanna kommunu verður tí vónað, at henda gongdin fer at halda fram eisini í ár.

- Vit síggja hesa tilflytingina sum eitt tekin uppá, at Vestmanna er ein bygd, sum hevur mong og góð tilboð til sínar íbúgvar, leggur kommunan aftrat.