750 mió kr. fyri Messi

Italska Inter sigst nú vera til reiðar at leggja tríkvart milliard krónur á borðið fyri at fáa undirskriftina hjá Lionel Messi. 19 ára gamli argentinski spælarin hjá Barcelona hevur ein klausul í sáttmála sínum, men sambært hesum skal væl og virðilig ein milliard á borðið, áðrenn hann krevja at verða seldur. Inter hevur tó ikki hug at bjóða somikið nógv fyri spælaran, men 750 mió kr. er væl eisini ein upphædd, sum er verd at tosa um.