75 túsund fyri FM troyggju

NSÍ skoraði 250.000krónur, tá ið troyggjurnar hjá FM liðnum vórðu seldar á uppboði undir móttøkuni leygarkvøldið

Fótbóltur

 

Hvussu nógv kann tað hugsast, at virðið er í einari brúktari fótbóltsblusu. Sum í so mongum øðrum førum valdast tað um útboð og eftirspurning.

Tá ið NSÍ ferðalagið leygarkvøldið í góðum hýri kom aftur úr Klaksvík við FM steypi og gullkrónum varð skipað fyri móttøku í ítróttarhøllini í Runavík. Har møtti nógv fólk upp, og lagið var gott.

Seinastu árini hevur tað verið siður, at troyggjurnar hjá NSÍ spælarunum í Formula deildini hava verið seldar á uppboði. Tað plagar at vera stuttligt, og tað plagar at geva ikki so lítið í felagskassan.

Leygarkvøldið vórðu troyggjurnar seldar, og tað sást aftur á eftirspurninginum og harvið prísinum, at talan var um meistaratroyggjur.

Størsti spenningurin var, tá ið troyggjan hjá liðformanninum og ivaleyst mest støðuga NSÍ spælaranum í ár varð seld.

Tveir kappbjóðaðu upp á troyggjuna hjá Óla Hansen. Annar var mammubeiggin, gamli NSÍ álopsspælarin Símun Danielsen, sum arbeiðir í familjufyritøkuni OCD. Hin var Fritleif Olsen, sum er vinnulívsmaður og formaður í nevndini fyri Eik.

Síðsta boðið átti Símun Danielsen. Hamarin fall fyri boðnum upp á 75.000krónur. Tá ið kappbjóðingin var avgjørd, bað Fritleif Olsen um orðið. Hann takkaði NSÍ fyri gott kappingarár, ynskti tillukku við FM heitinum, og so handaði hann felagnum kekkin upp á 50.000 krónur, sum hann hevði í lummanum. Tí er tað ikki heilt skeivt at siga, at troyggjan hjá liðformanninum gav felagnum 75.000 krónur og harafturat 50 túsund krónur ella í alt 125.000 krónur!

Næsthægsti prísurin fekst fyri málmanstroyggjuna hjá nú fyrrverandi NSÍ málverjanum Jens Martin Knudsen. Hægsta boðið ta ferðina átti SeaStar, sum rindaði 36.000 krónur í NSÍ kassan fyri troyggjuna.

Tilsaman gav uppboðið umleið 250.000 krónur, sum bæði feløg og privatir stuðlar rindaðu. Kanska hetta var eitt hugskot at royna hjá øðrum feløgum!