75 ára minningarhald

Tað eru í hesum døgum 75 ár síðani seinni heimsbardagi endaði.

Hetta hevur verið hildið á ymsan hátt, fyri at minnast aftur á, og kanska ikki minst fyri at vit ikki gloyma teir ræðuleikar, ið fóru fram.

Í morgin verður minnarhald í gamla kirkjugarðnum í Vági, har Commonwealth gravir eru. Hetta eru gravir hjá hermonnum, ið fullu í 1. og 2. heimsbardaga.

Í samband við, at 75 ár eru liðin, síðan Seinri Heimsbardagi endaði, verður minningarhald í gamla kirkjugarðinum í Vági mánadagin, 4. mai, kl. 16.30.