75 ár síðani sorgarleikin við Toftasluppini »Onnu«

Minningarhald í gamla kirkjugarði í Reykjavík

Í vár vóru liðin 75 ár síðani »Anna« gekk burtur við innsiglingina til havnina í Grindavík í Íslandi. í hesum sambandi skipar Føroya Fiskimannafelag saman við Sjómannasamband Íslands fyri minningarhaldi við føroysku fiskimannagravirnar í gamla kirkjugarði í Reykjavík. Í hesum gravum eru jarðaðir teir, hvørs lík av »Onnu« vórðu bjargað. Teir, sum doyðu aftan á eldsvanlukkuna við »Acron« í 1938 og Hans Jacobs Berg, sum doyði í 1926 aftan á at hava verið settur í land av »Falkinum«.

Minningarhaldið verður sunnudagin 15. august kl 10. Røður verða væntandi hildnar av umboðum fyri fiskimannafelagøini í Føroyum og Íslandi, umboði frá føroyska sjómansheiminum í Reykjavík og umboði fyri tey eftirsitandi. Kransar verða eisini lagdir á hesum trimum gravum.

Aftaná verður luttakararnir bodni á føroysk sjómansheimið í Reykjavík til ein bita og ein drekkamunn, siga Føroya Fiskimannafelag og Sjómannasamband Íslands í tíðindaskrivi.