Tað eru í dag 75 ár síðani Adolf Hitler doyði.
Leiðarin í Nazitýsklandi doyði í bunkara sínum í Berlin. Hann var 56 ára gamal.
Hann tók lív sítt, saman við unnustu síni, Evu Braun, sum hann giftist við dagin fyri, tá sovjetiskar herdeildir nærkaðust Berlin og bunkaranum.
Síðstu dagar sínar førdi Hitler ein haltandi bardaga um at ráða í Europa. Hetta gjørdi hann í bunkaranum, uttandags ljós og luft frá einum Berlin, ið var í knúsi.
Almenna frágreiðingin er, at hann gav konu síni cyanid, sum hon doyði av, og at hann síðani sjálvur tók cyanid, og beint eftir gjørdi av við seg við at skjóta seg. Aðrir høgir nazistar syrgdu fyri at brenna líkini.
Sovjetiskir hermenn komu á staðið og eyðmerku líkini sum Evu Braun og Hitler, og førdu líkleivdirnar til Moskva.
Mong hava ført fram, at talan ikki var um Braun og Hitker, men at Hitler var á lívi og flýggjaði til Suðuramerika. Sovjet helt fast um, at Hitler gjørdi av við seg.
Í 2018 søgdu franskir granskarar, at teir høvdu verið í Moskva og kannað kjálkabein, ið søgdust vera av Hitler. Teir bóru saman við tannlæknajournal hjá Hitler, og aðrar upplýsingar, og komu til, at talan var um Hitler.