Sum 13 ára gamal flutti Elvis saman við familjuni til Memphis, Tennessee. Hann byrjaði sína tónleikakarrieru í 1954 og fekk sítt gjøgnumbrot tvey ár seinni við m.a. filminum “Love Me Tender” í 1956.
Elvis Presley ella "King of Rock and Roll", sum hann eisini bleiv nevndur, gjørdist helst kendasta tónleikanavn í heimssøguni. Elvis andaðist 16. august 1977, 42 ára gamal.