Komandi sunndag, tann 25/2-2018 vera tað 75 ár síðani 29 fólk, helst mestsum bara menn, hittust í Tórshøll. Endamálið var at skipa reiðfólk í ein felagskap.
Tað vóru teir tríggjir, Jens Pauli av Reyni, Leivur T. Hansen og Aksel Hansen ið tóku stig til fundin.
Úrslitið av fundinum gjørdist at nýtt felag var sett á stovn. Navnið gjørdist Føroya Ríðingarfelag, fyrsta nevndin var mannað við teimum trimum stigtakaranum, umframt Tummas Rubeksen og Eivindi Evensen.
Endamálini hjá felagnum vóru trý. Fremjing av ríðingini, viðlíkahald av ríðigøtum og fyriskipan av kappríðing. Fyrstu mongu árini var hetta eisini høvuðsuppgávan hjá felagnum og er tað í ávísan mun helst tað enn.
Virksemið hjá felagnum, broyttist tó í stóran mun tá Føroya Ríðingarfelag seinast í 70’inum gjørdi avtalu við Tórshavnar Kommunu, um at felagið fekk tillutað eitt økið úti í Havnardali til at byggja fjós og at nýta sum felagsøkið.
Orsøkin til at felagið fekk økið frá býráðnum, var helst at vanligi borgarin var um at gerast troyttir av øllum rossunum sum stóðu runt um í fjósum og skúrum inni í býnum.
At hetta var ein góð og skilagóð avgerð hjá Tórshavnar Kommununi, eru tað í dag helst ikki fleiri meiningar um. Um onkur enn skuldi ivast, so er at fara ein túr út í Havnardal, har stórtrívast bæði ross og reiðfólk.
Umframt fjós hevur felagið eisini bygt felagshús og stóra reiðhøll, næstan alt gjørtvið sjálvbodnari arbeiðsmegi av limum felagsins. Felagið arbeiðir í løtuni ítøkiligt við ætlan um at byggja enn fleiri fjós á økinum, hetta er arbeiði sum eftir ætlan fer í gongd í næstum.
At Tórshavnar Kommuna og Føroya Ríðingarfelag, hava eitt gott samstarv sæst eisini á øðrum økjum. Tætt samstarv hevur verið um gerð av rossagøtum í haganum, hesar gøtur eru primert gjørdar fyri at verja hagan móti óv spjaddari ríðing.
Annar fyrimunir av hesum, er at vanligi havnarborgarin hevur tikið hesar gøtur til sín. Tað er ringt at lata sosialar miðlar upp, uttan at síggja mynd, har onkur “reypar” um at hava verið túr eftir rossagøtuni.
Samstarvið um komunala barnaansing á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag er eisini ein sólskinsøga. Óteljandi søgur eru um foreldur, sum eru fegin at børn teirra hava fingið møguleikan at sleppa úr býarmeldrinum og út í Havnardal og nátturuna har.
At Føroya Ríðingarfelag, hóast høga aldurin er sprelllivandi er sjón fyri søgn. Felagið skipar enn fyri kappingum, felagstúrum, umframt skeiðsvirksemið og ikki at gloyma vælumtøktu Djóradagarnar.
Nevndin hevur seinasti árini, eisini lagt dent á at skipa fyri undirvísing fyri børn og ung. At limatalið nú felagið fer um tey 75 árini, er langt omanfyri 300, prógvar helst eisini at felagnum enn er lív lagað.
Fyri at hátíðarhalda dagin hevur nevndin gjørt av at halda stóra veitslu í Dansifrøi. Veitslan verður komandi leygarkvøld 24/2