75 milliónir til veg oman fyri Søldarfjørð

Tað sær ikki út av nógvum, tá landsstýrið næsta ár setir eina millión krónur av til veg oman fyri Søldarfjørð.

Men harvið verður spakin settur í eina stóra verkætlan, sum snýr seg um at føra landsvegin á eystara armi á Skálafjørðinum uttan um bygt øki í Søldarfirði. Landsvegurin skal leggjast oman fyri Søldarfjørð.

Næsta ár verða sum nevnt settar av ein millión krónur til endamálið. Í 2015 skulu brúkast 3,5 milliónir, og síðani fimm milliónir krónur um árið næstu trý árini, tað vil siga til og við 2018. Men so byrja tølini at veksa skjótt, og fýra tey næstu árini verður neyðugt at játta tilsamans 55 milliónir krónur til at gera vegin lidnan.

Endamálið við íløguni er at føra ferðsluna út um bygt øki í Søldarfirði.

Raðfestingina eigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum.