75 ár síðan "VÓN"

Í dag eru liðin júst 75 ár, síðani fyrsti nýbygningurin hjá Tórshavnar Skipasmiðju fór av bakkastokki.

Í dag 19. juni 2015 eru liðin júst 75 ár, síðani M/S Vón FD 442 - fyrsti nýbygningurin hjá Tórshavnar Skipasmiðju - fór av bakkastokki.

 

Hetta gjørdist ein stórur hátíðardagur í Føroyum, og byggingin av Vón varð eitt stórt frambrot fyri okkara fiskivinnutjóð.

 

Tillukku til skipasmiðjuna við 75 árum við mongum nýbygningum, sum hava roynst Føroya landi væl, og sum eisini hava roynst útlendingum væl.

 

Hóast minni verður bygt í dag, hava gjøgnum hesi 75 ár verið nógvir nýbygningar í ordrabókini hjá Tórshavnar Skipasmiðju.

 

Tað var Sigurd R.F. Simonsen (1912-1994), vanliga róptur Peni Sigurd, sum læt Vón byggja.