Eftir øllum at døma er mótstøðan í Føroyum ímóti koppseting munandi størri enn í Danmark. Føroyar og Danmark hava nett somu atgongd til koppseting, men kortini eru nógv fleiri danir koppsettir enn føroyingar.
Fólk í Føroyum standa ikki eins væl saman um koppsetingarætlanina hjá landsstýrinum, sum landsstýrisfólkini heldur ikki sjálv eru samd um.
Tølini siga sítt. Í Danmark eru 74 prosent av fólkinum liðugt koppsett, í Føroyum bara 66,7. Tað merkir, at 3.913 fólk færri eru koppsett ímóti koronu í Føroyum, enn um vit høvdu koppsett eins nógv og í Danmark.
Í Danmark hava 75,8 prosent harumframt fingið fyrra prikið, í Føroyum er talið bara 70,3. Um vit í Føroyum vóru eins røsk og tey í Danmark, so høvdu 2.943 fólk fleiri havt fingið fyrra prikið.
So er spurningurin, um føroyingar ikki trúgva upp á koppseting, eru líkaglaðir ella halda sum Jenis av Rana, landsstýrismaður, og onnur, ið spreiða boðskap ímóti koppseting, at koppsetingin er ov ótrygg.