Legendariski sangarin Barry Manilow hevur nú sum 73 ára gamal maður viðurkent, at hann er samkyndur, og at hann í trý ár hevur verið giftur við umboðsmanni sínum, Garry Kief.
Barry Manilow avdúkar síni privatu viðurskifti í samrøðu við People Magazine.
Sangarin sigur, at hann hevur stúrt fyri, hvat hansara fjepparar fóru at siga, um teir funnu út av, at hann var samkyndur, og tí hevur hann fjalt út yvir tað í mong ár.
Slatur hevur stundum gingið um, at Barry Manilow var samkyndur, men nú hevur hann fyri fyrstu ferð váttað hetta. Hann hevur havt forhold til sín umboðsmann í meiri enn 40 ár.










