Í gjár vóru 107 nýggir tilburðir við koronu staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Øll tey smittaðu hava fingið boð.
2394 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið.
Í løtuni eru 574 smittað og tvey eru innløgd við koronu í Føroyum.
Við 107 smittaðum í gjár, so eru 568 smittað seinastu vikuna, sum gevur eitt miðaltalið fyri dagin upp á 81. Miðaltalið seinastu vikuna í gjár var 78.
Smittuprosentið í gjár var á 4,5 prosent.