Hesa vikuna hevur Fólkaheilsuráðið verið í Vágum, har tey hava kannað fólk fyri KOL og typu2 diabetes. Fólk hava havt høvi at lata seg kanna á Heilsumiðstøðini í Miðvági.
Ólavur Jøkladal, kunningarleiðari hjá Fólkaheilsuráðnum, sigur, at undirtøkan í Vágum hevur verið góð, og tá Vágar eru lidnar í hesum umfari, kemur samlaða talið av teimum, sum hava latið seg kannað, upp á umleið 720.
- Vit settu tríggjar dagar av til Vágar, men undirtøkan hevur verið so stór, at vit eru noyddir at brúka leygardagin eisini.
Kunningarleiðarin vísir á, at mánadagin og týsdagin stendur tilboðið um kanning til fólk í Vestmanna.
- Ætlanin var at brúka ein dag í Vestmanna, men eisini har hevur undirtøkan verið so góð, at vit mugu brúka tveir dagar.
Hann sigur, at úr Vestmanna verður farið til Suðuroyar, har fólk hava møguleikan at lata seg kanna tað, ið eftir verður av næstu viku.
Ólavur Jøkladal sigur, at tá Fólkaheilsuráðið hevur verið í Suðuroy, verður í aðru viku farið í Sandoynna.
- Ætlanin er at verða tríggjar dagar í Sandoynni, og síðan verður møguliga farið ein túr til Suðuroyar aftrat, sigur kunningarleiðarin hjá Fólkaheilsuráðnum.