72 færri børn fara í 1. flokk

Sambært fyribils næmingatalvuni hjá Mentamálaráðnum eru 72 færri næmingar farnir í 1. flokk í nýggja skúlaárinum, 2013-14, enn seinasta skúlaár. Til samans eru 678 børn farin í 1. flokk hetta skúlaárið. Í 2012-13 var talið 750.

 

Tað skrivar Skúlablaðið á heimasíðuni.

 

Til samans 6.846 næmingar eru í føroyska fólkaskúlanum hetta skúlaárið afturímóti 6.894 seinasta skúlaár, altso 48 færri vísa fyribils tølini hjá Mentamálaráðnum.

 

– Væntandi hevur verið, at alt næmingatalið fór at verða minni í 2013-14, tí at fólkatalið sum heild er minkað tey seinnu árini í Føroyum, men ivaleyst man tað tykjast ræðandi, at 1. flokkur sum heild skal vera so nógv minkaður. Tað vil siga, at í dag – mánadagin 19. august 2013 – fara til samans 678 børn í skúla, í 1. flokk sammett við 750 seinasta skúlaár. So nógv færri børn skaka helst útlitini fyri skúlaárið 2014-15, um so er, at fólkatalið í landinum sum heild minkar áhaldandi, skrivar skúlablaðið.

 

Lesið meira VIÐ AT TRÝSTA HER!