72 færri børn fara í 1. flokk

Tað merkist týð­u­liga í skúlunum, at fólkatalið í Fø­r­oy­um minkar

Sambært fyribils næm­ing­a­talvuni hjá Ment­a­mál­a­ráð­num eru 72 færri næmingar farn­­ir í 1. flokk í nýggja skúla­ár­i­num, 2013-14, enn seinasta skúla­­ár. Til samans eru 678 børn farin í 1. flokk hetta skúla­­ár­ið. Í 2012-13 var talið 750.
Tað skrivar Skúlablaðið á heim­a­síðuni.
Til samans 6.846 næmingar eru í føroyska fólkaskúlanum hetta skúlaárið afturímóti 6.894 seinasta skúlaár, altso 48 færri vísa fyribils tølini hjá Ment­a­málaráðnum.
– Væntandi hevur verið, at alt næmingatalið fór at verða minni í 2013-14, tí at fólk­a­tal­ið sum heild er mink­að tey seinnu árini í Før­oy­um, men ivaleyst man tað tykjast ræðandi, at 1. flokk­ur sum heild skal vera so nógv minkaður. Tað vil siga, at í dag – mánadagin 19. au­gust 2013 – fara til samans 678 børn í skúla, í 1. flokk sam­mett við 750 seinasta skúla­ár. So nógv færri børn skaka helst útlitini fyri skúlaárið 2014-15, um so er, at fólkatalið í landinum sum heild mink­ar áhaldandi, skrivar skúla­blaðið.
Tøl hjá Hagstovu Føroya vísa, at 148 fólk vóru færri í 2012, til samans 48.097, í Før­oy­um enn árið fyri, í 2011, tá tal­ið var 48.245.
Tó vaks fólkatalið í Tvør­oy­rar, Klaksvíkar og Vága komm­un­um. Tað komst av stór­ari tilflyting. Serliga sjónsk er stóra tilflytingin til Tvør­oyar, takkað veri Varð­in Pelagic. Kortini sæst hes­in fólkavøkstur mest sum ikki á skúlabarnatalinum í Klaks­vík, á Tvøroyri og í Vága komm­unu. Viðurskiftini á Tvør­oy­ri minna nakað um tey, sum valdaðu í goml­um døgum, hóast sam­ferðsl­u­við­ur­skift­ini hava við sær í dag, at fólk flyta suður fyribils. Tey eru har arbeiðsvikuna og fara heimaftur um vik­u­skift­ið. Børnini verða verandi heima.
Í landsins størstu komm­unu er næmingatalið eisini mink­að, 30 færri hetta skúla­ár­ið, til samans 2341. Skúla­árið 2012-13 var talið 2371. Men í Havn er líkt til, at Skúlin við Løg­­mann­­a­breyt farin avstað við næm­ingum úr hinum skúlu­­num í kommununi. 386 næm­­ing­­ar eru í Skúlanum við Løg­mannabreyt nú sambært Ment­a­málaráðnum. Har vóru 363 næmingar seinasta skúlaár.
Í Kollafirði, sum er í Tórs­havn­ar kommunu, fóru 13 næm­ingar fleiri í skúla mán­a­dagin 19. august, 165, enn sein­a­sta skúlaár.