Orsøkin er, sambært fráfaringaravtaluni, bygnaðarbroytingar. Sambært tekstinum í fráfaringaravtaluni er virksemið hjá Eldradeplinum flutt inn undir Menningardepilin, og starvið sum depilsstjóri fyri Eldradepilin verður niðurlagt.
Fráfaringaravtalan merkir, at Gunnleyg Durhuus reelt er farin heim. Hon skal vera tøk til ráðgeving í september, men er síðani fríttstillað pr. 1. oktober.
Tað kostar tó ikki einki at loysa Gunnleyg Durhuus úr starvinum. Fráfaringaravtalan gevur henni løn til og við apríl mánað næsta ár. Tilsamans átta mánaðir. Hetta tíðarskeiðið upptjenar hon sær eisini rætt til frítíð við løn. Harumframt fær hon eina fráfaringarsamsýning, sum svarar til løn í seks mánaðir.
Deildarstjórin er lønt í 37. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins. Tað gevur henni 45.935 krónúr í løn um mánaðin. Harumframt kemur tænastumannaeftirløn. Tilsamans kostar fráfaringaravtalan Almannaverkinum umleið 712.000 krónur. Tá eru útreiðslur til advokathjálp ikki tiknar við.










