71 minuttir um einastu privatu oyggj

Lítla Dímun er einasta privata oyggj í Føroyum. Hvalbingar keyptu hana á uppboðssølu 24. august í 1850 frá kongi, og síðani hava teir fingið seyð, fugl og egg úr oynni.

Lítla Dímun er einasta privata oyggj í Føroyum. Hvalbingar keyptu hana á uppboðssølu 24. august í 1850 frá kongi, og síðani hava teir fingið seyð, fugl og egg úr oynni.

 

Nú hevur felagið Lítla Dímun latið gjørt ein film um oynna, sum lýsir søguna og nútíðina hjá oynni. Filmurin fæst til keyps á DVD.

 

Í brattanum og bjørgunum vóru eigararnir manga vandamikla ferð, og stundum duttu menn oman ella vóru veðurfastir í oynni. Menn og kvinnur í Hvalba siga frá søgum.

 

Í filminum eru vit í oynni saman við hvalbingum eftir slakti og síggja, hvussu tað verður ført til Hvalbiar og býtt. Vit hoyra eisini um, hvussu skipbrotnir menn eina ferð lívbjargaðu sær í oynni í 17 samdøgur.

 

Lítla Dímun er onkuntíð rópt fjandans oyggj, men fyri hvalbingar er hon ein gimsteinur. Dpenningurin giddar í hvørjari spong, t´amenn og dreingir vitja oynna, tí allatíðina lúra vandarnir í brøttu líðunum.

 

Seinnu árini eru hvalbingar farnir at bjóða ferðafólki út í oynna. Tá tað viðrar, gista fólk har, og tey síga eisini í bjørgunum. Stórfingnari uppliving fært tú ikki í Føroyum, siga útgevararnir.

 

Tað eru Uni Arge, journalistur, og Hans Petur Hansen, sjónvarpsupptøkumaður, sum hava lagt 71 minuttir langa filmin til rættis. Firma Hans Petur Hansen hevur framleitt, og Uni Arge lesur tekstin á filminum.