BankNordik: Inntøkurnar eru í framgongd, samansjóðingin av Amagerbanken gongur eftir ætlan og bankin hevur framvegis høgt gjaldføri.
Nevndin í BankNordik hevur góðkent roknskapin fyri triðja ársfjórðing í 2011. Úrslitið fyri tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar er DKK 71 mió. áðrenn virðisjavningar og skatt samanborið við minus DKK 40 mió. (frároknað søluna av Bakkafrost) sama tíðarskeið í fjør. Áðrenn eingangsútreiðslur í samband við samansjóðingina av Amagerbanken uppá DKK 35 mió. var úrslitið DKK 106 mió.
Høvuðsorsøkin til betraða raksturin í triðja ársfjórðingi er, at bankavirksemið í Danmark er víðkað ígjøgnum keypið av sunnu pørtunum av Amagerbanken. Harumframt er rentumarginalurin betraður og uttanhýsis fíggingin er lækkað.
Vit koma við meiri seinni!