701 fólk vórðu koppsett í gjár

Í gjár vórðu 701 fólk koppsett á teimum trimum sjúkrahúsunum.

628 fólk fingu fyrra prikið og 73 fingu tað seinna.

Nú eru tilsamans 12.629 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 8.382 fólk hava fingið fyrru koppseting og 4.247 fólk eru liðugt koppsett.