Vikuskiftisferðin fyri ungdómar við Norrønu hevur fingið ovurstóra undirtøku.
Tað eru bara kochettir eftir at fáa á ferðini, og kann sostatt sigast, at skipið er nærum fult til hendan túrin.
Meginparturin av ferðafólkunum eru ungdómar, men Áki Jespersen, leiðari á skipsdeildini, sigur at tað eru fleiri tilkomin fólk eisini.
? Okkurt um 700 fólk hava tó teknað seg til hendan serliga túrin, sum vit nú skipa fyri, sigur Áki, sum viðgongur, at tey høvdu ikki roknað við so stórari undirtøku, tá tey fóru í holt við at fyriskipa hendan túrin.
Áki Jespersen sigur, at Smyril Line hevði fingið nógvar fyrispurningar um, hví tey ikki skipa fyri einum túri fyri ungdómin, men hann hevði ikki væntað hendan áhugan.
? Men sjálvandi, hví skulu tey ungu ikki kunna fáa ein túr, har tey kunnu hugna sær og taka sær av løttum, líka so væl sum tey vaksnu, sigur Áki og sipar til eitt nú harmonikutúrin.
Hesin túrur er sum sagt rættaður til tey ungu, og tað sást eisini aftur á tiltøkunum, sum verða umborð á ferðini.
Bæði orkestur og DJ verða til diskotekið. DJ Martin Kjærbo og All That Rain verða umborð, og dansigenturnar úr Klaksvík fara somuleiðis at framføra á ferðini.
Tað eru fleiri ung, sum hava sligið seg saman og ferðast í bólkum fyri at fáa ferðina so bíliga sum tilber.
Tað letur so í øllum førum til, at Smyril Line hevur rakt seymin á høvdið við hesi ferðini, um hugt verður at undirtøkuni.
Vaktarhald
Við 700 ungdómum umborð á stásiligu, nýggju Norrønu kann tað skjótt ganga okkurt galið, og spurdur, hvussu tað verður við vaktarhaldi, sigur Áki Jespersen, at Smyril Line vanliga fær vaktir av landi umborð til serligar fyriskipaðar túrar.
? Skipið er nýtt, og vit eru góð við tað, so sjálvandi skerpa vit eftirliti, tá talan er um slíkar serliga túrar, greiðir hann frá.
Men tó er ikki meira gjørt við tað hesfuferð enn til aðrar túrar fyri tað, um talan er um ungfólk, leggur hann afturat.
? Hetta er jú fyrstu ferð, at vit skipa fyri slíkum túri fyri ung, so vit vita onki um, hvussu tað verður, sigur Áki Jespersen at enda.