Eystanstevna
Eins og hitt stóra felagið, sum er nógv við í stevnufyrireikingunum, nú eystanstevna verður hildin í Runavíkar-økinum, hevur fimleikarfelagið Støkk eisini nógvar uppgávur at taka sær av.
- Vit taka okkum í fyrsta lagi av kaffitjaldinum, har vit fara at syrgja fyri, at fólk kunnu keypa sær te, kaffi og nýbakaðar vaflur. Vit fara eisini at taka okkum av ymiskum øðrum tiltøkum á stevnuøkinum, har brúk verður fyri fólki.
Tað sigur Kinna Olsen, sum er forkvinna í Støkk.
Við sínum stóra limaskara, sum telir einar 700 aktivar limir úr allari Eysturoy, Sundalagnum og Norðoyggjum, hevur hon nógv fólk uppá hondina, sum eru til reiðar at taka eina hond í, nú brúk verður fyri nógvum og góðum fólki.
Ynskidreymurin
Tað hevur leingi verið ynskidreymurin hjá fimleikarfelagnum at fingið betri venjingarumstøður, og Kinna Olsen ásannar, at soleiðis, sum venjingin er farin fram í vetur, er trupult at vera eitt savnandi felag.
Men nú er vón fyri stavn hjá Støkk og teimum mongu aktivu limunum í felagnum.
- Vit hava fingið byggiøki til eina nýggja Støkk-høll við fótbóltsvøllin í Runavík, og vit vóna, at spaki verður settur í nú í summar.
Kinna vísir á, at felagið eigur gomlu Støkk-høllina á Glyvrum, sum er í ringum standi, og hesa kemur Runavíkar kommuna ætlandi at yvirtaka.
- Okkum tørvar virkuliga eina nýggja og betri høll, og vit vóna, at arbeiði upp á hesa kann byrja í summar, so høllin væntandi stendur liðug um tvey ár ella so.
Á fimm støðum
Hon vísir á, at tey hølir, sum eru í kommununi og í kommununum nærindis eru nógv umbiðin, og tí hevur verið neyðugt hjá fimleikarfelagnum at vant á fimm ymiskum plássum farna vetur.
- Vit hava soleiðis vant í Søldarfirði, Glyvrum, gomlu Støkk-høllini, Rituvík og á Toftum við okkara 700 aktivu limum.
Kinna Olsen sigur seg annars fegnast um, at byggiætlaninar nú eru komnar so mikið væl áleiðis, at spaki væntandi verður settur í til eina nýggja Støkk-høll í summar.